Søgan hjá GULIGANZ

Tað sum í dag eitur Guliganz. Sá dagsins ljós 8/8-99. Mótstøðuliði var B68, og byrjanin gjørdist fullkomin tá ið NSÍ vann heili 5-1. Her vóru nakrir NSÍ-fjepparar sum hildu, at fleiri litir og ikki minst larmur hóskaði til ein rættan fótbóltsdyst.

Guliganz fekk gjørt nøkur fløgg, blusir vóru fingnar til vega og ikki minst tann væl kenda trumman kom við.

Navnið Guliganz kom Dánjal Jákup Højgaard við, óivað íblástur av litinum og teimum ensku hooligans. Tó skal beinanvegin leggjast avtrat, at Guliganz avgjørt eru kendir sum litríkir, larmandi, men sera hóvligir áskoðarar.

Í dag er so tað endaliga felagið sett á stovn og aftanfyri liggja mong góð minnir av mongum góðum sum minni góðum dystum. Guliganz hava eisini lati fløgu gjørt og fekk hon eina sera góða móttøku.

Nevnt hevur verið í fjølmiðlum, eins og á gøtuni, at Guliganz eru landsins bestu áskoðarar. Hetta hava Guliganz eisini kent á sær, tá ið teir altíð hava veri sera væl móttiknir, kring alt landið.

 

   copyright © 2003 guliganz - to bi... or not to bi!